Niels Juel Arge stjóri í Trygd

Eftir fráboðanina fyrr í dag um at Ali Celebi gevst sum stjóri í Trygd sunnudagin, hevur nevndin gjørt av at seta Niels Juel Arge sum fyribils stjóra í felagnum. P/F Trygd sigur í tíðindaskrivi, at felagið fer at leita meira miðvíst eftir einari varandi loysn til stjórasessin eftir summarsteðgin.

Til ein varandi loysn er fingin upp á pláss, verður Niels Juel Arge fyribils stjóri í P/F Trygd. Hann kemur úr starvi sum íløguráðgevi í íløgudeildini hjá Føroya Banka og hevur eisini virkað sum stjóri á Strandferðsluni.