Niels Jacob keypt PhotoCare

Mánadagin 16. oktober læt fotohandilin PhotoCare í Dr. Jacobsensgøtu í Havn upp við nýggjum eigara.

Tað er Niels Jacob Heinesen í Havn, sum hevur keypt PhotoCare frá Sp/f Myndir v. Trónda Joensen.
 
Niels Jákup yvirtók handilin 26. september, og hevur hann síðan gjørt fleiri umvælingar og broytt handilin soleiðis, at hølini nú er rúmligari, ljósari og meira kundavinarlig, eins og vøruúrvali eisini er størri. 
 
Niels Jákup, sum bæði er útbúgvin fotohandlari og goymslumaður, hevur arbeitt innan hesi bæði øki í nógv ár. Hann lærdi til fotohandlara í SMS-foto, og til goymslumann hjá P/f Auto Service. Hann hevur altíð havt ein dreym um at byrja við síni egnu fyritøku, og nú gjørdist hetta veruleiki við PhotoCare. 
 
PhotoCare er ein nútímans fotohandil við øllum tí sum har til hoyrir sum t.d. framkalling av myndum og myndaviðgerð við framkomnari útgerð.