Niels Helveg Petersen leggur frá sær

Enn óváttað tíðindi vilja seinnapartin í dag vera við, at Niels Helveg Petersen, uttanríkisráðharri í Danmark, leggur frá sær

 

Niels Helveg Petersen tók við sum uttanríkisráðharri, tá Poul Nyrup Rasmussen skipaði fyrstu stjórn sína í januar 1993. Hann hevur sitið sum ráðharri øll árini síðani.


Hvør orsøkin er til, at hann leggur frá sær, er okkum enn ókunnug.