Sunnudagin 11. desember verður Niels Halm, stjóri í Norðurlandahúsinum, 60 ár. Hann tók við stjórastarvinum í Norðurlandahúsinum 1. februar 2005 og hevur nú í skjótt 7 ár røkt stjórastarvi, sum er áramálssett til samanlagt 8 ár.
Áðrenn Niels Halm tók við starvinum í Føroyum arbeiddi hann sum leiðari á altjóða mentanarumsitingini undir danska mentamálaráðnum. Niels Halm hevur annars verið virkin á fleiri mentanarøkjum og hevur drúgvar royndir í altjóða mentanarsamskifti og við at fyriskipa listarlig tiltøk, serliga uttan fyri Danmark.
Ein av høvuðsuppgávunum á altjóða mentanarumsitingini var at fáa knýtt tættari samband millum mentanarlív, vinnulív, herundir ferðavinnu, og hetta hevur eisini verið eitt av aðalmálunum hjá Niels Halm, síðani hann byrjaði sum stjóri í Norðurlandahúsinum. Herundir kann nevnast tilbygningurin Athøll, sum varð alment tikin í nýtslu 8. mai 2008, tá ið húsið flyti 25 ár. Endamálið við bygninginum er at bjóða nútímans hølir og útgerð til føroyskar og útlendskar fyritøkur og feløg, og harvið gera tað meira rúmsátt fyri mentanarligu tiltøkini í tí upprunaliga bygninginum.
Harumframt hevur Niels Halm eisini tikið stig til at fáa samstarv í lag við Mentamálaráðið og Kommunusamskipan Føroya um Listaleypin til tess at geva fólkaskúlanæmingum høvi at uppliva góða yrkislist. Tónlistavirðisløn Norðurlandaráðsins er ein verkætlan undir Norðurlenska Ráðharraráðnum, sum Norðurlandahúsið hevur staðið fyri og havt umsiting av síðani 2007. Harumframt er ørgrynna av tónleikatiltøkum og -átøkum, m.o. A.M.E. í Reykjavík og Keypmannahavn, sum húsið við Niels Halm á odda hava tikið stig til og stuðlað.
Nýggjasta mentanarliga átakið hjá húsinum hevur verið at fáa gongd í sýningarnar av norðurlendskum filmum í Føroyum, umframt at varpa ljós á føroyskan film í norðurlendska filmsfestivalinum í Lübeck.
Í tíðarskeiðnum september til og við desember í ár hevur Niels verið búsitandi í Danmark í sambandi við norðurlendska festivalin TING, sum verður fyriskipaður um sama mundi sum Norðurlendska Ráðharraráðið hevur tingsetu í november. Urd Johannesen hevur verið virkandi stjóri í hesum tíðarskeiðnum, men eftir 1. januar 2012 yvirtekur Niels Halm aftur stjórasessin.
Niels Halm er giftur við Jette Lykke Jensen, sum er ráðgevi innan javnstøðu hjá LO í Danmark. Niels eigur ein 22 ára gamlan son og eina abbadóttir. Dagurin verður hildin saman við familju og vinum í Danmark.