Niels Finsensgøta broyta navn til Áarvegurin

Tað boðar frá góðum, nú býráðið í Havn herfyri útskrivaði eina hugskotskapping um at endurnýggja og betra um miðbýin. Í hesum sambandi komu nógvir lifligir tankar fram, sum til dømis at Havnará skal latast upp.

 

Ein av dómarunum í arkitektakappingini tosaðu í útvarpinum um, at ”elven er en mulig forbindelse som grønt forløb igennem byen” og eisini tosaði hon um at ”sy byen sammen” og ein av arkitektunum tekur til í somu útvarpssending, at broytingarnar verða ”ein ryggjargeisli frá viðarlundini út á Skansan”.

 

Eitt hugskot hevði verið, at núverandi Niels Finsensgøta broytti navn til Áarvegurin. Gøtan fylgir Havnará allan vegin frá Kongabrúnni og niðan til viðarlundina. Og fyrsti parturin eitur longu Áarvegurin.

 

Alt gott um Niels Finsen. Hann hevur nú átt gøtunavnið sína tíð.

Royn einaferð at siga: Niels Finsensgøta og sig so: Áarvegurin. Har er munur á at seinra navnið er meira viðkomandi og organiskt, meira musikalskt. Áin og vegurin fylgjast og hoyra náttúrliga saman.

 

Tí haldi eg at tað er upplagt, at navnið á høvuðsgøtuni eisini bindur miðbýin saman.