Niðurstøðan finnast í januar.

Niðurstøðan í málinum millum Óla Jacobsen og Fiskimannafelagið, sum hevur tikið pensjónina frá honum, skal verða funnin 4. januar.

Sakarmálið millum fyrrverandi stjóran í Fiskimannafelagnum, Óla Jacobsen, og Fiskimannafelagið hevur seinastu dagarnar verið fyri rættin.

 

Málið snýr seg í stuttum um, at Fiskimannafelagið hevur frátikið fyrrverandi stjóranum í Fiskimannafelagnum sína pensjón vegna óloyalitet. Hesum hevur fyrrverandi stjórin, Óli Jacobsen ikki verið samdur í, og hevur tískil stevnt Fiskimannafelagnum eftir eftirlønini.

 

Les eisini: Har fylgdu ongar treytir við

 

Fyrradagin og í gjár, vórðu fleiri partar avhoyrdir í rættarmálinum. Fyrrverandi næstformaðurin í Fiskimannafelagnum førdi millum annað fram, at ongar treytir høvdu verið settar Óla Jacobsen viðvíkjandi eftirlønaravtaluna.

 

Les eisini: Krav at tú ert loyalur

 

Fyrrverandi forkvinnan í Arbeiðarafelagnum, Ingeborg Vinther, vildi ikki svara beinleiðis upp á óloyalitetin hjá Óla Jacobsen mótvegis Fiskimannafelagnum. Heldur las hon úr reglugerðini fyri pensjón hjá Arbeiðsmannafelagnum,  sum umrøður møgiligar fylgjur av óloyaliteti mótvegis sínum arbeiðsgevara. 

 

Endaligi dómurin í málinum verður sagdur 4. januar. 

 

Trýst á pílin undir myndini og hoyr nærri frágreiðing frá okkara reportara úr rættarsalinum, Leo Poulsen.