Tað er staðfesting, eftir ein heldur rokaligan aðalfund í skúlanum við Løgmannabreyt í gjárkvøldið.
FC Hoyvík og Undrið FF hava lagt saman, og fyri kortum legði nevndin fram uppskot um at broyta navnið til Fótbóltsfelagið Hoyvík, gera nýtt búmerki og broyta litirnar hjá felagnum til grønt.
Hetta hevur møtt mótstøðu og bleiv alt niðurstemmað á aðalfundinum í gjár.
Nevndin boðaði tó frá beinanvegin, at allar spælitroyggjurnar verða svartar komandi ár.
Eitt innkomið mál var eisini um misálit á formannin, men tað bleiv tikið aftur á fundinum.
Sostatt heldur felagið fram at eita FC Hoyvík, búmerkið verður líkt tí, sum hevur verið seinnu árini við átekningini 188 Hoyvík, og felagið spælir í svørtum.
FC Hoyvík hevur lið flestu deildunum, og besta mansliðið spælir í 1.deild.