Niðurlendski forsætisráðharrin, Mark Rutte, sigur, at Niðurlond fara at lata stívliga 745 miljónir krónur - ella 100 miljónir evrur - í vápnahjálp til Ukraina.
Talan er um eitt kekkiskt átak, sum hevur til endamáls at útvega Ukraina tiltrongdar granatir og lóður.
Sambært Mark Rutte verða onnur lond eisini við í kekkiska átakinum.
Kekkiski forsetin, Petr Pavel, segði fyrr í februar, at landið kann útvega Ukraina 800.000 sonevndar artillerigranatir eftir nøkrum vikum, um fíggingin kemur upp á pláss.
- Higartil hava vit eina hálva miljón kalibur 155 artillerigranatir og 300.000 kalibur 122 granatir, sum vit kunnu senda til Ukraina eftir nøkrum vikum.
Petr Pavel segði, at Kekkia fer at taka spurningin upp við sínar samstarvspartar í eitt nú USA, Týsklandi og Svøríki.
Tað er tíðindastovan NTB, sum ber hesi tíðindi í kvøld.











