Tað verður 36 ára gamli niðurlendski dómarin, Allard Lindhout sum skal døma EM-undankappingardystin millum Føroyar og Póland á Tórsvølli komandi hóskvøld klokkan 19.45.
Allard Lindhout hevur dømt dystir í bestu niðurlendsku fótbóltsdeildini, sonevndu Heiðursdeildini síðani 2015.
Allard Lindhout gjørdist altjóða dómari í 2020. Hann dømdi tó ikki sín fyrsta landsdyst fyrrenn 25. mars í fjør, tá hann dømdi ein dyst millum Suðurafrika og Guinea.
FØROYAR - PÓLAND | Bólkur E
Dómari: Allard Lindhout (NED)
Hjálpardómari 1: Rogier Honig (NED)
Hjálpardómari 2: Patrick Inia (NED)
Fjórði dómari: Jannick Van Der Laan (NED)
UEFA dómaraeygleiðari: Bernardino González Vázquez (ESP)
UEFA umboð: Patrick Dempsey (IRL)
UEFA hevur enn ikki sett VAR-dómarar til dystin á Tórsvølli.