Ferjsan fór at leka seint í gjárkvøldið, tá hon var á veg niðan eftir ánni Ijssel nærhendis býnum Zuphten.
154 ferðafólk vóru umborð umframt manningina, sum taldi 40, og tað eydnaðist at taka øll av skipinum í øllum góðum.
Talsmaðurin hjá niðurlendsku bjargingartænastuni, Robert Spijkerman, sigur við tíðindastovurnar, at hol er á ferjuni har frammi, og at enn ber ikki til sat siga, um tað fer at bera til at halda henni á floti.
Tey flerstu ferðafólkini, sum vóru við Britannia, vóru týskir og eysturríkskir pensjonistar.










