Niðurflyting og Europa eru á dagsskrá

KÍ, sum stríðist fyri lívinum í bestu deildini, fær seinnapartin vitjan av EB/Streymi, sum stríðist fyri altjóða luttøku

Tað er tunnilsdagur, og harvið er ferðslan stór undir Leirvíksfirði. Seinnapartin verður landskappingardystur á vøllinum á Eiðilnum í Klaksvík, har EB/Streymur er á veg norður.

Tað verður roknað við nógvum áskoðarum, og dagsskráirnar eru ymiskar. Hjá KÍ snýr tað seg um at skava stig saman fyri at varðveita  plássið í fremstu røð. Nógvu tær seinastu ferðirnar hevu tað ikki hilnast so væl, tí úrtøkan síðani 28. apríl er trý stig í trimum javnleikum. Málmunrin í ellivu dystum er 18-29, og tað sigur, at tað serliga er í verjuspælinum, at tað ikki hevur riggað.

EB/Streymur er á triðja plássi, og hjá teimum í Sundalagnum snýr tað seg um at varðveita bronsuplássið og harvið at endurvinna rættin at luttaka í europeisku kappingunum, har EB/Streymur hevur verið fastur fúsur nógvu tey seinastu árini.

Síðsta vikuskifti vóru bæði hesi liðini í Gundadali. Fríggjakvøldið tapti KÍ tepurt 2-1 ímóti B36, og sunnudagin legði EB/Streymur rygg til 4-0 tap ímóti HB.

KÍ tølini í Klaksvík ímóti EB/Streymi eru einki serlig. Tað eru tíggju ár síðani, at KÍ vann á hemavølli ímóti EB/Streymi. Í 2003 var úrslitið 4-1. Síðani tá hevur EB/Streymur fyri tað mesta verið omaná.

Í dag eru fýra av teimum, sum plaga at vera í KÍ hópinum, ikki tøkir: Álvur F. Christiansen og Jóhan Jacobsen leikbannaðir, og Sørmundur Kalsø og Ísak Simonsen eru skaddir.

Hjá EB/Streymi er Pætur Dam Jacobsen leikbannaður. Um hann verður førur fyri at spæla, so verður Gert Hansen verður ivaleyst í miðverjuni saman við Marna Djurhuus. Gert hevur seinastu tíðina verið skaðaplágaður.

KÍ: EB/Streymur: Ransin N. Djurhuus leygardagin kl. 15.00.