Nicu Dogaru til EB/Streym

Tað verða framvegis rípur á búnanum, men tær reyðu verða skiftar um við bláar, nú EB/Streymur og HB eru komin ásamt um, at Nico Dogaru framyvir fer at spæla fyri samansett liðið.
Nico, sum hevur verið partur av HB-miðvøllinum tey bæði meistaraárini, hevur als ikki verið við á besta HB-liðnum hetta kappingarárið.
Orsøkin til hetta er fyrst og fremst, at tað ikki hevur eydnast HB at fáa neyðugu arbeiðs- og uppihaldsloyvini, sum tað nú verður ansað so væl eftir, í rættlag.
HB var í fjør heyst eitt av feløgunum, sum varð kannað, tá úlendingamálið av álvara fór á rull, og tá var komið eftir, at onkur formligu feilur var í arbeiðsloyvinum hjá Nico.
Í HB hava tey í ár roynt at fáa hetta í rættlag, men tað hevur so ikki eydnast teimum, og á HB-heimasíðuni verður viðgerðin av málinum kallað beinleiðis ófantalig.
Sum skilst, so hevur HB enntá roynt at toygt viðgerðartíðina, við at senda Nico á eina stutta ferð til Rumenia, soleiðis at turist-visum hansara kundi endurnýggjast, men hóast longda skotbráið, so fekst arbeiðsloyvið ikki til vega.
EB/Streymur hevur síðani sýnt áhuga fyri leikaranum, og tað hevur nú eydnast teimum at fáa neyðugu loyvini í rættlag, og verður tað sostatt har, at rumenski miðvallarin fer at sýna síni kynstur hetta kappingarárið.