Nicoline Simone & Jean Michel sleppa ikki at framføra

Nicoline Simone & Jean Michel sleppa ikki at framføra, tá ið X-Factor finala er á skránni fríggjakvøldið.

 

Sambært donskum miðlum hevur tað verið ein harður smeitur fyri 16 ára gomlu Nicoline Simonu, sum ynskti at framføra til finaluna.

 

Tey bæði eru teir einastu finalistarnir, sum ikki sleppa at framføra hetta kvøldið.

 

Fyri tveimum vikum síðani valdi Jean Michel at trekkja seg úr kappingini, men Nicoline Simone sigur við bt.dk, at hon ikki helt tað viðførdi, at hon ikki slapp at framføra til finaluna.

 

Danmarks Radio boðaði mánadagin frá, at Nicoline Simone ikki slapp at framføra.

 

- Vit hava havt ein fund um málið, og svarið er nei, vóru boðini frá DR.

 

Mamman hjá Nicoline Simone, Jeanette Søberg Møller sigur, at Nicoline Simone hevur tikið hetta ógvuliga illa.

 

- Hon er brotin saman. Hon ristist og grætur, sigur Jeanette Søberg Møller við bt.dk.