Hon spældi eisini við høvuðstaðarfelagnum, áðrenn hon flutti til Stjørnuna í fjør.
Heimasíðan hjá Neistanum skrivar, at hon skal vera hjartaliga vælkomin, tí felagið veit, hvat hon stendur fyri.
Nicoleta Radu Hansen sleppur hinvegin ikki í troyggjuna hjá Neistanum alt fyri eitt. Kappingarreglurnar siga, at skiftir tú felag í kappingarárinum, skalt tú bíða í ein mánað, áðrenn tú skal spæla fyri nýggja felagið.