Nicolaj vann á beiggjanum

Badminton: Nicolaj Gunnarstein er føroyameistari í einmansleiki. Tað gjørdist greitt eftir stórspæl og 2-0-sigur á stórabeiggjanum, Benjamin Gunnarstein.

Í mansfinaluni hjá monnum hittust brøðurnir Benjamin og Nicolaj Gunnarstein. Hetta var fyrsta ferðin í finaluni hjá 18 ára gamla lítlabeiggjanum Nicolai, meðan hetta var fjórða FM-finalan hjá Benjamin, sum eins og beiggi sín spælir badminton í Danmark.
Hóast báðir búgva í Danmark, so eru teir á hvørjum ári í Føroyum og spæla FM.

Nicolai setti alt
Dysturin byrjaði heldur óvæntað við einum ordans háli hjá lítlabeiggjanum, Nicolai, sum setti stórt trýst á beiggja sín at vera í verjustøðu og at vera kvikan fram til netið. Ferð eftir ferð legði Nicolai nevniliga bóltarnar stutt og hann var óvanliga beinrakin hesa løtuna, sum hann vann sær takið.
Benjamin royndi at halda høvdið kalt og stríða seg inn aftur í dystin, men tað var so at siga ómøguligt ímóti næstan feilfría Nicolai. Hetta stressaði Benjamin so mikið, at hann gjørdist týðiliga ávirkaður av støðuni og vreiðin var til at fáa eyga og oyra á.
Hetta var settið hjá Nicolai, tað var eingin ivi í tí, og hann vann eisini hetta fyrsta settið heili 21-11.

Benjamin rakk ikki
Í øðrum setti var Benjamin væl betur við í spælinum og spældi tað mesta av settinum upp ímóti Nicolai. Benjamin var á odda 13-12, tá ið Nicolai tók time-out fyri at fáa greiðu á hvussu hann kundi grava góða spælið frá fyrsta settinum fram aftur. Hóast tað var trupult at liva upp til støðið, hann hevði sett í fyrsta setti, so spældi hann somikið væl seinna partin av øðrum setti, at hann dróg frá og at enda vann 21-16. Harvið fekk hann FM-gullið við 2-0-sigri á stórabeiggjanum.