Nicolaj Køhlert til NSÍ

So er avtalan upp á pláss

Mynd: (NSÍ)

NSÍ, Silkeborg og Nicolaj Køhlert hava skrivað undir leiguavtalu fyri kappingarárið í 2016. Tað boðar NSÍ frá í dag.

 

Fylg ítróttinum hjá In.fo og Sosialinum á netinum við at trýsta HER

 

Nicolaj Køhlert hevur verið til royndarvenjing í seinastuni, og nú eru partarnir komnir ásamt um eina leiguavtalu. Nicolaj Køhlert hevur framvegis sáttmála við Silkeborg, men er útleigaður til NSÍ.

 

Ítróttarstjórin hjá NSÍ, Eyðstein Skipanes sigur, at hann er ógvuliga spentur uppá 23-ára gamla leikaran, ið verður ein góður styrkur fyri liðið, skrivar NSÍ.

Mynd: (NSÍ)

Mynd: (NSÍ)

Mynd: (NSÍ)

Mynd: (NSÍ)

Mynd: (NSÍ)