23. februar andaðist Nicolai Nysted í Hvannasundi. Hann var 78 ára gamal. Ivaleyst eru tey mong, sum komast við Nicolai, sum í mong ár var partur av manningini umborð á Másanum, sum røkir farleiðina úr Hvannasundi og til Svínoyar og Fugloyar.
Nicolai var av Kyrjarheyggi í Hvannasundi. Hetta vóru fyrstu húsini, sum vórðu bygd uttanfyri garðarnar. Tey vóru bygd í 1913. Foreldrini vóru Oliva og Hans Justesen. Tey fingu átta børn: Jógvan Ísak, Edith, Jóhannes, Nicolai, Niels, Arne, Anna og Sjúrður.
Trý av systkjunum vóru rættuliga ung, tá ið tey fóru. Jógvan Ísak ella Eddaba, sum hann varð nevndur, var 27 ára gamal, tá ið hann doyði av menegitis, Edith var 21 ára gomul, tá ið hon doyði av tuberklum, og Arni var 17 ára gamal, tá ið hann druknaði í Sundinum í 1945. Teir vóru fýra í bátinum, sum holvdist. Bara ein kom frá tí við lívinum.
Niels, sum doyði miðskeiðis í níti árunum, búði í Víkunum í Klaksvík. Hann var giftur við Idu, sum var úr Heimistovu á Vágsheygnum. Hon doyði nakrar fáar dagar frammanundan, at Nicolai doyði. Anna býr í Hvannasundi, og Sjúrður býr í Kaldbak, har hann hevur verið lærari. Hannis býr í Rødovre. Hann fylti 80 stutt frammanundan, at Nicolai doyði. Nicolai og dótturin høvdu verið niðri í føðingardegi, og tað var stutt eftir heimkomuna, at Nicolai gjørdist sjúkur og doyði eftir stutta sjúkralegu.
Nicolai var føddur 5. juli í 1924. Í 1953 giftist hann við Jóhonnu Justesen, sum er ættað úr Norðdepli. Tey búsettust í Hvannasundi og fingu seks børn. Fýra búgva í Hvannasundi ? Irena, Hans Jørgin, Livar og Jonika. Sigmar og Jógvan Josias búgva í Klaksvík.
Nicolai var sjómaður alla sína tíð. Hann róði út og driftaði útróðrarbát, og hann var við fleiri línuskipum, eitt nú Kalsevni, Jógvani S og Norðingi. Fyrst í sjeyti árunum fór hann umborð á Másan, og har var hann, inntil hann fyri tíggju árum síðani varð pensioneraður. Hugurin til sjógvin og fiskiskap var alla tíðina góður. Tá umstøður vóru til tað, var Nicolai á floti, ella fekst hann við fiskireiðsskap og egning. Eisini seinnu árini, sjálvt um sjónin bilaði, og hann tey seinastu árini onga sjón hevði.