Niclasen: Hinir flokkarnir hildu okkum uttanfyri

Fólkaflokkurin stóð einsamallur í gjár, tá ið uppskot bleiv lagt fyri tingið, um at seta eina §25 nevnd at kanna málið um Bjarna Djurholm og Jacob Vestergaard. Men Jørgen Niclasen slær fast, at Fólkaflokkurin vildi fegin verða við. -Meðan vit viðgjørdu málið, løgdu hinir flokkarnir fram uppskot, um at seta eina §25 nevnd at kanna málið um Bjarna Djurholm og Jacob Vestergaard. Tað var týðiligt, at hinir flokkarnir ikki vildi hava okkum við í uppskotinum, sigur Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum.

Ein §25 nevnd skal kanna, um Bjarni Djurholm og Jacob Vestergaard bóru seg skeivt at í málinum um teir løggildu grannskoðararnir, og síðani taka støðu til, um ákæra skal reisast ímóti teimum eftir lógini um ábyrgd landsstýrismanna.

Helst kom tað ikki óvart á, at Fólkaflokkurin bar seg undan at leggja fram hetta uppskotið, men sambært formanninum í flokkinum, Jørgen Niclasen, so var Fólkaflokkurin sinnaður at leggja uppskot fram ? ivamál var tó um hvør nevnd skuldi kanna málið.

-Vit ivaðust í, um tað skuldi verða ein §25 nevnd ella ein §19 nevnd, sum Løgtingið vanliga nýtir til slík mál, sigur Jørgen Niclasen.

Tað kom óvart á Fólkaflokkin, at uppskotið bleiv lagt fram uttan undirskrift frá Fólkaflokkinum.

-Meðan vit sita á fundi og kjakast um málið, hoyra vit, at málið er lagt fram uttan okkum. Tað er helst, tí summir flokkar vilja kriminalisera okkum við at halda okkum uttanfyri, sigur Jørgen Niclasen.