Niclasen: Eingin semja enn

-Tað er eingin semja í samgongu enn. Tað staðfestir Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum, eftir skrivið frá Javnaðarflokkinum til fjølmiðlarnar fyri løtu síðani. Javnaðarflokkurin boðar nú frá, at flokkurin fegnast um, at semja nú er funnin um kostnaðin av lønarvøkstrinum hjá almennu fakfeløgunum, men hetta er formaður í Fólkaflokkinum als ikki samdur við. Hann staðfestir, at eingin semja er í samgonguni enn, og at tað serstakliga er Javnaðarflokkurin sjálvur, sum hevur havt trupult við at náa málinum.

-Tað hevur gingið illa hjá Javnaðarflokkinum at finna nakra loysn uppá hetta málið, men í morgun hevur verið frægari, sigur Jørgen Niclasen.

Hann staðfestir, at Jóannes Eidesgaard nú hevur fingið nakrar rættningslinjur at halda seg til, og skal síðani koma við einum uppskoti, sum landsstýrið síðani skal taka støðu til.

-Men enn er eingin semja, staðfestir Jørgen Niclasen.