Niclas: Vónbrotin, men stoltur um avrikið

(Ljóðsamrøða og kykmynd) Niclas Eysturoy ergraði seg aftaná 2-3 tapið í finaluni ímóti Jersey í liðkappingini í badminton

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr eina samrøðu, sum var gjørd við Niclas Eysturoy stutt aftaná føroyska badmintonlandsliðið hevði tapt 2-3 ímóti Jersey í finaluni í liðkappingini í badminton.

 

Givið var, at Niclas var vónbrotin, tí hann heldur, at føroyska liðið hevði ein gyltan møguleika at koppa dystinum, og Niclas greiðir frá, at venjarin hjá Jersey ásannaði, at dysturin kundi fara báðar vegir.

 

Niclas heldur kortini, at tey kunnu verða stolt, at tey góvu Jersey ein dyst til strikuna, og vónirnar til kappingarnar í einmansleiki og tvímansleiki eru ikki sørar.

 

TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj seinasta avgerandi bóltin, tá Aksel Poulsen og Niclas vunnu tvímansleikin og løgdu Føroyar á odda 2-1.