Niclas Jespersen 85 ár

Leygardagin 23. august fyllir Niclas Jespersen í Havn 85 ár

Niclas er hvalbingur. Foreldrini vóru Maria, f. Hovgaard, úr Hovi, og Mortan Jespersen, úr Hvalba.
Sum ungur fór Niclas til Danmarkar á háskúla. Í februar í 1941 varð hann settur í starv sum eykapolitistur í Danmark og tvey ár seinni á fast starv. Hann var politistur í ymsum støðum í Danmark til 1. mai 1948, tá hann søkti um farloyvi. Í Danmark møtti hann Grethe, f. Petersen, úr Dragstrup í Norðursælandi, og giftust tey í 1942.
1. oktober 1949 varð hann settur kommunalur politistur í Havn. Stutt tíðarbil var hann politistur á bygd, hann var t.d. í Hvalba, Runavík og í Klaksvík. 1. september 1981 fór hann frá fyri aldur, men var eykapolitistur í fýra ár eftir tað. 1. september 1985 fór hann endaliga úr starvi, 67 ára gamal.
Tey flestu minnast tær sera væl umtóktu barnasendingarnar í SVF um dólgarnar, sum Zacharias Hammer skipaði fyri, har Niclas var politistur. Sendingarnar vóru eins væl umtóktar av vaksnum sum børnum.
Niclas hevur stóran áhuga í og hevur fingist nógv við ættargransking.
Grethe og Niclas eiga fýra børn: Sverri, sum býr í Svendborg, Solveig, sum býr í Fåborg, og Lars og Karin, sum búgva í Havn.
Føðingardagurin verður hildin í heiminum í Lykkjugerði í Havn millum kl. 10-13.