Vinstri bakkurin hevur ikki fingið serliga nógvar møguleikar í Fulham, og tí hevur hann roynt at funnið sær nýtt felag. Nú er alt, sum bendir á, at Niclas Jensen skiftir tilveruna í London út við eina tilveru í danska stórfelagnum, FCK. Sum skilst er avtala komin í lag millum felagið og leikaran, sum væntandi fer at skrivað undir ein tvey ára sáttmála við donsku meistararnar seinni í dag.