Fríggjakvøldið ber til at uppliva eitt festligt og undirhaldandi tiltak á Reinsarínum í Havn.
Niclas Heri Jákupsson er vertur fyri kvøldið, og hann undirheldur við gomlum festligum Dynamit hittum og nýggjum sangum, sum hann hevur smíðað. Í millum sangirnar kryddar Niclas Heri kvøldið við stuttligum og undirhaldandi søgum.
Tónleikarnir, sum fara at spæla saman við Niclas Hera hetta kvøldið, eru: Magni Husgaard (keyboard/klaver), Mikkjal Hvannastein á (guitar), John Johansen (bass og kór) og Henning Hjalt Nicodemussen (trummur).
Tiltakið kallast »Vit vilja ongantíð doyggja«, sum er tikið úr niðurlagnum hjá tí helst kendasta Dynamit sanginum, Grøv nummar 13. Tiltakið í Reinsarínum í Havn verður Fríggjakvøldið kl. 21.00.