Hóskvøldið klokkan 19.30 verður nýggja barnabókin ”Karlo og Luddi” løgd fram í býráðshøllini í Klaksvík, har øll eru hjartaliga vælkomin.
Tað er Niclas Heri Jákupsson, sum hevur skrivað bókina í tøttum samstarvi við versonin, Sveinbjørn Kvilt Olsen. Myndirnar í bókini hevur fraklendingurin, Thierry Capezzone, teknað.
Bókadeild Føroya Lærarafelags hevur givið bókina út, og tað er Føroyaprent. sum hevur sett upp og hevur prentað.
Skráin fyri framløguna verður, at umboð fyri Klaksvíkar kommunu bjóðar vælkomin, og síðan fer umboð fyri Bókdeild Føroya Lærarafelags at siga nøkur orð.
Tá Rakul Ró síðan hevur sungið ein sang, leggur Niclas Heri Jákupsson bókina fram.
Tá formella framløgan hevur verið, syngur Rakul Ró aftur ein sang, og síðan signerar Niclas Heri bøkur.
Bókin, sum er 47 síður, er um tvíburarnar, "Karlo og Ludda", sum eru tveir sera ymiskir brøður. Karlo er opin, fríur og ósmæðin, meðan Luddi er stillur, róligur og smæðin.
Umframt hetta er Luddi eisini bangin fyri at flúgva og svimja, og tað er alt annað enn gott, tá tú ert ein flytifuglur.
- Søgan er um at tora at vera øðrvísi, um at tora at bjóða sínum ótta av - og um at síggja møguleikar fram um forðingar, sigur høvundurin, Niclas Heri Jákupsson.









