Niclas Heri hoyrdi brakini

Klaksvíkingurin Niclas Heri Jákupsson býr 500 metrar frá staðnum, har ein av bumbunum brast í London hósmorgunin. Niclas Heri hoyrdi tveir av brestunum, meðan hann var á veg í skúlan, har hann er á málskeiði

Niclas Heri Jákupsson, sum er á málskeiði í London í tvær vikur, býr skamt frá staðnum, har ein av yvirgangsbumbunum brast hósmorgunin.
 Eg búgvi einar 500 metrar frá staðnum, har ein bussur varð sprongdur í luftina, sigur hann.
 Eg var á veg í skúla í morgun, tá ið eg hoyrdi ein ógvusligan brest. Løtu seinni hoyrdi eg ein brest afturat. Nú er alt á gosi her í London, sigur hann í fartelefonini.
Í gjár koyrdi Niclas Heri runt í dupultdekkara í London, og hann koyrdi fram við nógvum av kendu støðunum mitt í býnum.
 Nú síggi eg júst ein slíkan buss verða sprongdan í luftina og liggja knústan á vegnum. Fólk eru øgiliga kløkk av hesum, sigur hann.

Verður í London
Myndugleikarnir hildu á middegi hósdagin, at sjey bumbubrestir høvdu verið, og at atsóknir høvdu verið ímóti fleiri bussum.
 Beint nú bíða vit eftir nærri boðum her á skúlanum. Nógv fólk stúra, tí tey skulu koyra heimaftur í bussum ella toki. Eg búgvi so stutt her frá, at eg kann ganga heim, sigur Niclas Heri.
Hann hevur verið á málskeiði hesa vikuna, og tað heldur fram í næstu viku eisini. Niclas Heri ætlar sær at gera málskeiðið liðugt, áðrenn hann kemur heim.
 Fólk stúra eisini fyri, at tað kann henda meira, og tí kenna tey seg ótrygg beint nú. Eg síggi tað soleiðis, at tú skalt vera ótrúliga óheppin, um tú skalt vera raktur av eini slíkari atsókn, sigur Niclas Heri, sum er við gott mót og hevur tað gott í enska høvuðsstaðnum.