GÍ
Ein klaksvíkingur, sum býr og arbeiðir í Klaksvík, og sum higartil bara hevur umboðað KÍ, fer hetta kappingarárið at spæla við GÍ. Talan er um miðverjan Niclas Niclasen. Avtalan um samstarv sum var millum Niclas og KÍ er strikað, og GÍ og Niclas hava gjørt avtalu um samstarv. Tað váttar GÍ formaðurin, Brandur Jacobsen, sum sigur seg vera fegnan um, at tað nú hevur eydnast at fáa tveir stinnar verjuspælarar at styrkja um GÍ liðið. Hin er gamli GÍ kenningurin Poul Ennigarð, sum í fjør spældi við ÍF.
Ætlanin var annars, at Niclas eisini í ár skuldi spæla við KÍ. At einki verður burtur úr tí ætlanini kemst av, at verjuspælarin ikki er sinnaður at ganga undir allar treytirnar, sum nýggi KÍ venjarin, Tony Paris, hevur sett spælarunum í Klaksvík. Tí metti venjarin, at tað var best fyri allar partar, at spælarin fann sær nýtt felag, sigur John William Joensen frá KÍ. Og nú er greitt, at Niclas fer at spæla við GÍ.
Í fjør vandi Niclas Niclasen, sum er 26 ára gamalur, eitt skifti við B36, men tá ið alt kom til alt spældi hann kortini við KÍ.
Leita framvegis
Fyri stuttum hevur GÍ havt tveir útlendskar spælarar til royndarvenjingar. Talan var um ein málverja og ein álopsspælara, sum báðir hava roynt seg í AGF. Teir vandu nakrar ferðir eftir ársskiftið við GÍ, men nú eru teir farnir avstað aftur.
- Vit hava ikki tikið endaliga støðu til, um vit skulu bjóða teimum samstarv ella ikki. At hesir útlendingarnir vóru her og royndarvandu komst sjálvandi av, at vit halda okkum hava brúk fyri spælarum, sum kunnu vera við í kappingini um málverjuplássið og eitt pláss í álopinum. Men um talan skal verða um samstarv við útlendskar spælarar, so skulu tað vera spælarar, sum heilt týðuliga eru stinnari enn teir, sum vit longu hava, staðfestir GÍ formaðurin Brandur Jacobsen, sum saman við hinum í GÍ framvegis hevur eyguni við, hvørjar møguleikar teir hava fyri at styrkja um liðið.