Niclas Davidsen er aftur formaður í B68

Nýggja nevndin hjá B68 hevur nú skipað seg og ein gamal kenningur situr nú aftur við róðrið.

Á aðalfundinum hjá B68 hóskvøldið gjørdist greitt at fyrrverandi forkvinnan, Beinta Mikkelsen, ið hevði 1 ár eftir sum forkvinna, valdi at taka seg aftur sum forkvinna, vegna vantandi tíð.

 

Tí stóðu 3 fólk fyri valið og tey tóku ikki við afturvalið.

 

Nýggj í nevndini vórðu vald fyrrverandi borgarstjórin Símun Johannesen, Janus Fossdalsá og fyrrverandi B68 formaðurin Niclas Davidsen.

 

 

Nýggja nevndin skipaði seg á fundi í gjárkvøldið og býti bleiv soleiðis :

 

Niclas Davidsen formaður

Símun Johannesen varaformaður

Djóni Højgaard nevndarlimur

Janus Fossdalsá nevndarlimur

Tórunn Fredriksberg nevndarlimur

 

 

Fyri Niclas Davidsen er talan ikki um nakra nýggja uppgáva. Niclas Davidsen sat sum formaður í felagnum frá 1982 til 2007 og sat sostatt 25 ár.

Nú er Niclas so aftur formaður í B68.