Onkursvegna høvdu starvsfólkini á Hotel Hyat, har fótbóltslandsliðið býr, ikki fingið greiðu á, hvussu nógv kømur kravdust til føroyska ferðalagið. Tá landsliðið kekkaði inn seint mikukvøldið, vóru nevnliga eingi kømur til teir báðar ferðaleiðararnar, Karl Vidtfeldt og Niclas Davidsen. Tað eydnaðist at rigga eitt av vanligu kømurunum til, soleiðis at Karl Vidtfeldt fekk sovið har, men einki vanligt kamar var tókt til Niclas Davidsen. Song skuldi hann kortini fáa, og endin av hesum varð, at Niclas fekk eina rimmar suitu til sín sjálvs. So hesar dagarnar í Beograd kann av røttum sigast, at Niclas man hava tað sum Jeppe á sinni, tá hesin var í barónaseingini. So er spurningurin, hvussu leingi Niclas verður har...










