Seint í heyst boðaði B36 frá, at felagið hevði gjørt avtalu við sterka verjuleikaran hjá KÍ Niclas Niclasen fyri komandi kappingarár. Nú kappingin nærkast, er støðan tó ein onnur, og Niclas er farin aftur til Klaksvíkar og KÍ.
Støðan eitt sindur fløkt
Søgan er tann, at Niclas í sambandi við arbeiðsviðurskifti síni flutti til Havnar, og tí valdi hann at skifta til B36, sum hann so gjørdi sáttmála við. Nú eru arbeiðsviðurskiftini broytt, uttan at Niclas hevur havt nakra ávirkan á tað, og tí er hann fluttur aftur til Klaksvíkar og arbeiðir har norðuri.
Seinastu vikurnar hevur Niclas tí vant við KÍ, og formaðurin í fótbóltsdeildini hjá KÍ, Símun Gullaksen, sigur, at teir rokna við honum komandi kappingarár, og felagið hevur eisini bjóðað Niclas sáttmála fyri komandi kappingarár, sum hann hevur tikið av.
Trupulleikin er tó tann, at Niclas kann ikki gera sáttmála við KÍ, fyrr enn hann er blivin leysur av sáttmála sínum við B36. Formaðurin í B36, Kristian á Neystabø, sigur, at felagið hevur sáttmála við Niclas, og at hann ikki enn hevur sagt sáttmálan upp. Formaðurin í B36 sigur tó, at støðan er eitt sindur fløkt, og at Niclas er púra ósekur í tí, sum er farið fram.
- Tað er ein keðilig støða, sum Niclas er komin í, men vit fara at seta okkum niður og tosa um tingini, og saman við honum fara vit óivað at finna út av tí, sigur Kristian á Neystabø. Sum tað skilst á formanninum í B36, so tykist tað ikki verða nakað ivamál um, at árstalsfelagið, Niclas og KÍ í felag fara at finna eina loysn, sum allir partar kunnu góðtaka.