Nicklas droymir um eitt gott úrslit ímóti Danmark (FM1)

(FM1) Nicklas Selvig hevur einaferð áður spælt í Skjern Bank høllini. Tá var hann ungdómsspælari

Fyri Nicklas Selvig, ið vaks upp í Danmark verður tað serligt at skula spæla EM-undankappingardyst fyri Føroyar ímóti Danmark í Skjern Bank høllini í Skjern í morgin klokkan 15.10.

 

Nicklas Selvig minnist seg at hava spælt í Skjern Bank høllini einaferð áður, tá var hann ungdómsspælari.

 

Nicklas Selvig undirstrikar, at spælararnir skulu ikki fokusera ov nógv á hvussu góðir donsku spælararnir eru, men heldur fokusera uppá egnar dygdir. 

 

Nicklas Selvig sigur seg droyma um, at føroyska liðið kann fáa eitt gott úrslit ímóti Danmark í morgin.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Helgi H. Hoydal gjørdi við Nicklas Selvig fyrr í dag.

 

Dysturin millum Føroyar og Danmark byrjar leygardagin klokkan 15.10, og Sjúrður H. Hoydal sigur beinleiðis frá dystinum á FM1, ið hoyrist á www.midlar.fo, FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og FM 98,7.  Samsent verður við STAÐIÐ FM 101 í Vestmanna.