Danski fótbóltsleikarin Nicklas Bendtner er koyrdur av landsliðinum, eftir hann hevur koyrt ávirkaður í býnum.
25 ára gamli fótbóltsleikarin var læntur til Juventus frá Arsenal, men hevur verið skaddur síðan desember.
Nicklas Bendtner hevði koyrt á skeiva síðu á vegnum og var tikin av politinum á einari gøtu í Keypmannahavn. Politiið kannaði promilluna á honum, og tað vísti seg, at hann var ávirkaður av alkoholi.
Dansk Boldspil-Union (DBU) kravdi at Nicklas Bendtner skuldi fáa 6 mánaðir leikbann, at hugsa um hansara landsliðs framtíð. Bendtner fer at sakna fleiri heimsmeistarakappingar dystir, harímillum dystirnir ímóti Kekkia og Bulgaria.
Nicklas Bendtner skrivaði sunnudagin á sínum Twitter brúkara: Dear friends i was booked for a mild case of drink driving. Last night was a quite night, but I am very very sorry to all my friends and fans. It is not ok to drink and drive. I take full responsibilty.
Rasmus Rosendahl Rasmussen 9.a Hoyvíkarskúla










