Nicklas Bendtner ger aftur um seg

Danski landsliðsleikarin legði nýggja mynd út á sín instagram profil fyrr í dag.

Danski landsliðsleikarin Nicklas Bendtner gongur í løtuni uttan felag. Sáttmálin hjá Nicklas Bendtner við Arsenal gekk út fyrr í summar og tí leitar Bendtner í løtuni eftir nýggjum felagið.

 

Fyrr í dag legði Nicklas Bendtner nýggja mynd út á sín instagram profil, har hann ráddi fólki til at smyrja seg inn, áðrenn tey fóru í sólina.

 

Nicklas Bendtner er skrásettur fyri 56 dystir fyri danska landsliðið.