Nick Heidfeld hevur áður koyrt fyri Sauber, og hevur í ár brúkt BMW motorin í sínum Williams bili, sostatt kennir hann væl bæði liðini. Hann sigur við f1.com, at hann gleðir seg almikið til samstarvið, ið fyribils fevnir um ein trý ára sáttmála.
Heidfeld hevur møguliga koyrt sína seinastu koyring fyri Williams. Tvær tær seinastu formel 1 koyringarnar hevur hann sitið uttanfyri við høvuðpínu, aftan á eitt óhapp í eini formel 1 venjing. Hann er nú komin fyri seg aftan á hendan skaða, men var áhalsin á súkklu í vikuni og brákaði økslina. Hann verður tí enn einaferð avloystur av brasiliumanninum Antonio Pizzonia, tá formel 1 koyringin verður í Brasilia í komandi vikuskifti.