Nicholas og Neistin bastu Kyndli at enda

Kyndil vísti tenn ímóti neistamonnum, men at enda vunnu favorittarnir tryggan sigur

Neistin var greiður favorittur ímóti Kyndli í dag.

Sí eisini:

Grannauppgerð og landsdystur í dag

Tað byrjaði eisini sera væl hjá Neistanum, sum var á odda 3-0 eftir lítlari løtu. Men Kyndil reisti seg.

Í álopinum fekk Kyndil flutt neistaverjuna væl, og tá ið eisini Tórður Guttesen í málinum fekk fleiri bjargingar gjørdist dysturin javnur aftur.

Men tað var málverjin hjá Neistanum, sum setti størsta dámin á dystin. Ferð eftir ferð bjargaði hann fyri fríum møguleikum, tá ið kyndilsmenn sluppu fríir ígjøgnum, og tað var orsøkin til at Kyndil hevði trupult við at leggja seg á odda.

Tað bragdaði kortini nakað inni í seinna hálvleiki. Tórður Guttesen og kyndilsverjan fingu forðað Neistanum at skjóta mál í knappar tíggju minuttir og vendu støðuni frá 16-12 til Neistan til 17-16 til Kyndil.

Men so tóku Nicholas Satchwell og Neistin um endan aftur. Nú vóru tað aftur teir grønu, sum ikki fingu bóltarnar í málið - um tað so var úr fríum spæli ella við brotskasti.

Støðan gjørdist 22-17 til Neistan tá ið einir átta minuttir vóru eftir, og tann munurin helt sær til dystarúrslitið 26-21 til Neistan, ið nú liggur undir liðini á VÍF á triðja plássi í Okkaradeildini - tó kann VÍF økja um munin ímóti H71 mikudagin.

Neistin – Kyndil 26-21 (13-12)
Okkaradeildin: 25/11/2019
Málskjúttar Neistans
Rasmus Søby8
Dánjal Ragnarsson7
Tróndur Mikkelsen5
Karl Martin Olsen4
Julian Kragesteen1
Finnur Hansson1
Málskjúttar Kyndils
Hjalti Mohr Jacobsen9
Rógvi Dal Christiansen5
Anders Risdal4
Tróndur Wardum1
Tummas Pauli Hanusarson1
Borgar Sveinsson1

Støðan í Okkaradeildini

NummarLiðDystirV.m.T.m.MunurStig
1H7182411915014
2StÍF10285276913
3Neistin102692432612
4VÍF92632402312
5KÍF9251240119
6Kyndil9229252-234
7Team Klaksvík9200296-960