Nichels nýggjur KÍ-formaður

Á nevndarfundi týsdagin gjørdi leiðslan í KÍ av, at Nichels Lützen verður nýggjur formaður í felagnum.
Eitt formansskifti gjørdist neyðugt, tá Gestur Hovgaard um vikuskiftið boðaði frá, at hann ikki longur vil vera maðurin, sum myndar KÍ, og at hann tí tók seg úr nevndararbeiðinum.
Sambært viðtøkunum, so tekur næstformaðurin við, um formanninum berst frá, og í løtuni er heldur ikki neyðugt at innkalla til eykaaðalfund við nevndarvali á skránni.
- Viðtøkurnar geva nevndini heimild at taka aðrar ábyrgdarpersónar inn, um hetta gerst neyðugt, og helst verður tað hetta, sum verður gjørt fyribils, sigur John William Joensen, sum er samskiftisleiðari í KÍ.
Hann sigur, at møguleikin fyri eykaaðalfundi sjálvandi eisini varð umrøddur týskvøldið, men at hetta í løtuni ikki er aktuelt.
- Vit vilja í øllum førum fyrst hava eina loysn á karmunum kring felagið. Her hevur nevndin í eina tíð arbeitt við at skapa eina tryggari legu, og hetta arbeiðið verður væntandi liðugt um fáar vikur.
Við hesum verður helst sipað til samráðingarnar, sum hava verið við kommuna um yvirtøku av KÍ-høllini. Júst, hvør leisturin í hesum verður, er enn ikki greitt, men sum skilst, so eru bæði vanligir ognarar og kommunalu myndugleikarnir sinnaðir at finna eina loysn á trupulleikanum.