Nice: Síðst í november í fjør royndarkoyrdu vit nýggja Mazda6 við fronsku miðjaraðarhavsstrondina. Saman við umboðum frá Mazda Motor Danmark og 15 skandinaviskum motorjournalistum høvdu vit høvi at royndarkoyra nýggja Mazda6 í tveir dagar.
Flogið varð úr Kastrup beinleiðis til Nice í Suðurfraklandi, har ein hópur av nýggjum Mazda6 í ymiskum útgávum bíðaðu eftir at verða royndarkoyrdir. Bilarnir høvdu innbygda navigatiónsskipan, og Mazda fólkini høvdu lagt rutur til rættis, har vit kundu royndarkoyra bilarnar í býkoyring, á høvuðsvegi og á motorvegi.
Leiðin gekk gjøgnum filmsbýin Cannes, sum er serliga kendur fyri sínar altjóða filmsfestivalar »Festival de Cannes«, og síðan til feriubýin Saint Tropez, har ferðalagið skuldi gista á luksushotellinum »Château de la Messardiere«.
Um kvøldið var tíðindafundur á hotellinum, har umboð frá Mazda í Evropa og Mazda í Japan greiddu frá um nýggja Mazda6. Á fundinum var sjálvur designstjórin hjá Mazda í Hiroshima japanarin Youichi Sato, sum hevur staðið fyri flotta designinum á Mazda6. Umboð fyri Mazda Motor Europe søgdu at teir við góðu royndunum av Mazda6 hava eitt gott grundarlag at byggja á, og vænta at tann nýggi verður ein enn størri succes.










