Nibali verður ikki tikin

Aftur í gjár vísti Vincenzo Nibali, at hann er sterkasti maðurin í Tour de France

 

17. juli: 12. teinur, frá Bourg-en-Bresse til Saint-Étienne, 185,5 kilometrar

Hósdagurin gjørdist ein gleðidagur hjá norskum fjepparum. Alexander Kristoff megnaði at vinna sín fyrsta tein í Tour de France. Hann hevur tapt tríggjar spurtar higartil í ár, móti Marcel Kittel og André Greipel. Í dag orkaði Kittel ikki at fylgja við niðan seinastu brekkuna, meðan Greipel datt, tríggjar kilometrar frá mállinjuni. Alexander Kristoff tók av møguleikanum. Í einum spurti móti Peter Sagan, ið nú hevur fýra 2. pláss higartil í Tour de France í ár og átta ferðir er endaður í topp fimm, og Arnaud Démare, vísti Alexander Kristoff seg sum tann stinnasti.

 

18. juli: 13. teinur, frá Saint-Étienne til Chamrousse, 197,5 kilometrar

Fríggjadagin vann Nibali enn ein tein, tá hann súkklaði fyrstur um mállinjuna í Chamrousse. Seks kilometrar frá mállinjuni, í seinasta brattanum, reisti Nibali seg á súkkluni og fór frá Thibaut Pinot og Alejandro Valverde. Valverde kom á mál gott og væl 50 sekund eftir Nibali.

 

Vincenzo Nibali liggur nú 3 minuttir og 37 sekund frammanfyri Alejandro Valverde á øðrum plássi. Higartil hevur Nibali víst seg at vera sterkasti súkklarin í fjøllunum, og tískil er torført at ímynda sær at Valverde, eller nakar annar, skal klára at heinta hann inn aftur.

 

Niðurtúrurin hjá Team Sky heldur á

Fyrst mátti vinnarin frá í fjør, Chris Froome gevast eftir bert fimm dagar, og í gjár varð arvingurin, Richie Porte, væl og virðiliga parkeraður av Vinceno Nibali. Riche Porte lá á øðrum plássi áðrenn teinin fríggjadaginplássin, hálvantriðja minutt eftir Nibali. Men í gjár datt alt á gólv hjá Team Sky. Richie Porte tapti níggju minuttir til Nibali og liggur nú stívliga 11 minuttir aftanfyri Nibali. 11 minuttir, ið eru nærum ógjørligit at heinta inn aftur.

 

19. juli: 14. teinur frá Grenoble til Risoul, 177 kilometrar.

Leygardagin stendur síðsti teinurin í Alpunum á skránni. Tað er ein harður teinur við einum óflokkaðum bratta og tveimum brattum í flokki eitt. Fjøllini liggja høgt uppi, í støðum yvir 2000 metra hædd. Fjøllini eru fyrst 34 kilometrar við 3,9% bratta, síðani 19 kilometrar við 6% bratta og til seinast 12,5 kilometrar við 7% bratta. Frá 8. kilometri til 82. kilometur er tað mótbrekka allan vegin. Hetta er altso ein teinur fyri klintrararnar. Neyvan fer nakar at royna at sleppa avstað tíðliga, til tess er teinurin ov harður, verður sagt. Men í seinasta brattanum skulu menn vísa, hvat teir eru gjørdir av. Vil nakar bjóða Nibali av í dystinum um gulu troyggjuna, so má eitt álop koma skjótt.

 

TV2 byrjaði at senda longu kl 10.20, meðan teinurin byrjar kl 11.10. Fyrstu súkklararnir væntast á mál umleið kl 17.22