Løgreglan leitar framvegis eftir brotsmonnunum, sum í gjárkvøldið skutu frá sær á Nørrebro í Keypmannahavn. Ein løgreglumaður og rapparin Niarn blivu skotnir ? løgreglumaðurin í búkin og í armin, meðan Niarn ikki bleiv álvarsliga særdur. Seint í gjárkvøldið varð aftur skotdrama í gøtunum í Keypmannahavn. Fyrst í Tingbjerg, har løgreglan fann yvir 23 patrónhylstur.
Og okkurt um ein hálvan tíma seinni bleiv aftur skotið, og hesa fer uttanfyri Jægersborggade 41 á Nørrebro, har ein løgreglumaður og rapparin Niarn blivu skotnir.
Niarn var staddur á gøtuni, umframt, at fimm sivilir løgreglumenn vóru á staðnum í arbeiðsørindum.
Løgreglan í Keypmannahavn leitar framvegis eftir brotsmonnunum.
- Møguliga var skjótingin í Tingbjerg bert fyri at flyta fokus frá tí veruligu stóru hendingini. Møguliga var tað av tilvild, at tvær skothendingar vóru innan so stutt tíðarskeið. Vit kunnu bert staðfesta, at tvær skothendingar hava verið í býnum í nátt, segði løgreglumaðurin Gunnar Nørager við ekstrabladet.dk í morgun.
Løgreglan hevur leitað eftir brotsmonnunum í alla nátt, men enn tykjast eingi tekin verða um, hvørjir brotsmenninir eru ella hvar teir halda til.