Fótbóltur
Tað stundar av álvara til landsdystin móti Eysturríki.
Mikudagin um miðdagsleitið hevði Jógvan Martin Olsen, landsliðsvenjari, sett føroysku spælarunum stevnu, og seinnapartin hevði hópurin so sína fyrstu venjing.
Við Rógva Jacobsen millum áskoðararnar, nú hvíld og viðgerð stendur ovast á hansara ynskilista, koyrdi Jógvan Martin Olsen á spælararnar, sum allir hava sæð fram til júst hendan dystin nú í lítið álmanakkaár.
Gitingarnar um lið og uppstillingar eru helst fleiri longu nú, og einki er at ivast í, at Jógvan Martin Olsen eisini hevur sína meining um, hvussu hetta skal síggja út.
Millum tað, sum støða skal takast til, er í øllum førum, at bæði Fróði Benjaminsen og Christian Lamhauge Holst nú aftur eru tøkir. Báðir tveir teljast teir millum avgjørdu lyklaspælararar á landsliðnum, og tí er einki at ivast í, at Jógvan Martin sendir teir á vøllin frá fyrsta bríksli, um venjingastøðan bara so dánt er til tað eftir skaðasteðgirnar.
Hinvegin merkir tað so eisini, at tveir mans skulu út. Skal metast eftir útsagnunum undan dystinum móti Rumenia, so vil landsliðsvenjarin helst sleppa undan at gera rokeringar, og tí kann roknast við, at tað verður mann fyri mann, at skiftast skal, heldur enn at finna upp á kreativar flytingarloysnir.
Tí bendir tað á, at Fróði Benjaminsen verður aftur í miðverjuni, og at Holst kemur inn sum næsti áleyparin, umframt at Jónas Tór Næs fer aftur á bakkin, sum hann røkti so væl fram til reyða kortið í Beograd.