Klokkan 1730 skal Pál Joensen svimja finalu í 1500 frí. Ungi evropameistarin úr Vági hevur bestu tilmeldingartíðir til finaluna á Tasmajdan stadion í Beograd. Gullvinnarin í evropameistarakappingini fyri juniorar svimur í løtuni upphiting til finalurnar í 1500 metrum frí. Sólin bakar yvir Tasmajdan stadion í Beograd, har fyrstu finalurnar byrja klokkan 1600, føroyska tíð.
Finalan í 1500 m frí byrjar klokkan 1730. Rás2 sendir beinleiðis, og vit byrja at senda úr serbiska høvuðsstaðnum eftir tíðindini klokkan 1700.
Soleiðis svimja teir finaluna í 1500 metra frí:
Geil-1: Pavel Medvetskiy, RUS (15:38.61)
Geil-2: Jack Dunn, GBR (15:34.30)
Geil-3: Artem Podyakov RUS (15:26.56)
Geil-4: Pál Joensen, FAR (15:20.13)
Geil-5: Krzysztof Pielowski, POL (15:25.01)
Geil-6: Raoul Shaw, FRA (15:28.67)
Geil-7: Gareth Keating, GBR (15:37.11)
Geil-8: Martin Grodzki, GER (15:42.01)
Tølini í klombrum eru tilmeldingartíðirnar til finaluna í 1500 metra frí.
Hin føroyski svimjarin til EJM í Beograd, Kári á Høvdanum, hevur frí í dag. Kári svimur 200 m rygg í morgin og 50 m rygg leygardagin.










