Fyrireikarar og gestir telja niður til fyrstu framførsluna á Summar Festivalinum í sólskini í Klaksvík í dag.
Festivalstemningur hevur verið í Klaksvík í fleiri dagar, men nú nærkast av álvara til fyrstu framførslurnar á ársins festivali.
Seinastu fyrireikingarnar verða nú gjørdar, og fólk bíða spent eftir, at festivalurn av álvara skal byrja. Sólin skínur oman og niðan í Klaksvík í dag, og hvítklødd fólk eru at síggja allastaðni. Á campingplássinum og við bátabrúgvarnar er lagið av tí allarbesta.
Fyrsta framførslan á Summar Festivalinum verður í kvøld kl. 19.00, tá ið Danny spælir á Føroya Tele pallinum.
Tvær av framførslunum, sum skuldu verða í Flags tjaldinum í kvøld, eru fluttar á stóra pall á Vágsbøi. Glóð spælir á Vágsbøi kl. 21.45 og Frændur kl. 00.30.
Niðanfyri ber til at síggja ein lítlan film, ið hevur sína søgu. Filmurin er framleitur av, TAÐFILMAR.