Eysturríki tók ímóti Serbia á Ernst Happel Leikvøllinum í Wien í kvøld, og gekk av skriðuni hjá heimaliðnum. Serbia vann ein tryggan 3-1 sigur, og satt at siga var dysturin avgjørdur longu tá 24 minuttir vóru spældir. Milos Krasic legði serbisku gestirnar fram um, tá 14 minuttir vóru farnir, og so gekk skjótt. 4 minuttir seinni økti Milan Jovanovic til 2-0, og í 24. minutti hevði Ivan Obradovic økt til 3-0. Tá hevði Serbia skorað uppá allar sínar málmøguleikar, og alt var avgjørt. 10 minuttir áðrenn leiklok eydnaðist tað Marko Janko at pynta um úrslitið fyri Eysturríki. Áskoðaratalið var identiskt við íbúgvaratalið í Føroyum. 48.000 vóru til dystin á Ernst Happel Leikvøllinum. Eysturríksk pressa er samd um, at Eysturríki fyri triðju ferð á rað, ikki verður at finna í einum komandi HM-endaspæli.










