Niðurstøður eftir valið

Rói Egholm


Fólkatingsvalið í Føroyum hin 8. februar í ár endaði við, at tann stóri vinnarin gjørdist Tjóðveldisflokkurin og næstur honum kom Fólkaflokkurin.
Tjóðveldisveljarin staðfesti so ruddiliga, at formaðurin í Tjóðveldisflokkinum eitur Høgni Hoydal.
Hinvegin staðfesti Tjóðveldisveljarin eisini, at Tórbjørn Jacobsen hoyrir heima í Tjóðveldisflokkinum. Hann eins og Høgni fingu eitt framúr gott val.
Tjóðveldisveljarin hevur nú krav uppá, at Høgni og Tórbjørn finna út av at jarða gamalt agg og at floksarbeiðið aftur fer at myndast av tí, sum vit arbeiða so hart fram ímóti, nevniliga einum sjálvberandi búskapi og harvið fullum føroyskum valdi í Føroyum.
Formaðurin í Fólkaflokkinum, Anfinn Kallsberg fekk dygga undirtøku og harvið eina álitisváttan frá føroyska veljaranum, at hann er verdigur til eitt og hvørt politiskt arbeiði.
Spenningur er nú um, hvussu Anfinn fer at arbeiða á Fólkatingi.
Tá fullveldissamgongan fór til verka í 1998, stóð táverandi løgmaður Anfinn Kallsberg á odda í teirri samgonguni, sum fyri nógvar føroyingar birti ta vón, at nú fóru føroyingar at taka fulla ábyrgd av Føroyum. Einum Føroyum, sum við støði í føroyska fólkinum og tørvi okkara fór at menna seg til eitt nútímans samfelag og harvið fór at samarbeiða sum javnbjóðis partur við øll onnur heimsins lond.
Tíverri lagaði tað seg so, at sambandsvongurin í Fólkaflokkinum kláraði at máa fullveldisstøði undan Anfinni, og eftir stutta tíð høvdu hesar afturhaldskreftir mest sum bundið hann niður, soleiðis at hann bert varð eitt hím av sær sjálvum tey seinastu árini, hann sat sum løgmaður.
Tað, sum hendi á valinum hin 8. februar, var, at afturhaldsvongurin í Føroyum ikki fekk ta undirtøku, sum hann hevði roknað við. Hvørgin av stóru afturhaldsflokkunum, Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin, fingu nøktandi undirtøku, og sambandsvongurin í Fólkaflokkinum fekk eisini minkandi undirtøku.
Anfinn Kallsberg fekk frá veljarum sínum eina ábending um, at tíðin nú er komin til at taka fullveldisarbeiðið uppaftur, og at tíðin eisini er komin, at hann tekur uppgávuna upp á seg aftur at leiða Fólkaflokkin fram ímóti sínum endaliga máli, nevniliga einum frælsum Føroyum.
Anfinn Kallsberg nevndi undir valdystinum, at í politikki, vildi Høgni Hoydal ikki vita av sær. Um tað er rætt, so hava Høgni Hoydal og Annfinn Kallsberg eisini her eina uppgávu at loysa, nevniliga at tosa saman og saman arbeiða fram ímóti aftur at fáa virðingina fyri føroyska fullveldinum at blóma.
Teir báðir smærru flokkarnir, Sjálvstýrisflokkurin og Miðflokkurin, greiddu veljarunum frá, at teir eisini hava einar frælsar Føroyar sum mál. Hesir flokkarnir høvdu eisini framgongd.
Við verandi sambands ABC-samgonguni eru føroyingar aftur í teirri støðu, at øll gráta um neyð og elendigheit, júka um at einki ber til og um at veita stuðul til vinnuna fyri at hon skal yvirliva o.s.fr. Tað sýnist sum um ein partur av Føroya fólki er í ferð við at seta seg niður aftur á dintilin í teirri vón, at onkur uttanífrá kemur at loysa trupulleikarnar fyri okkum.
Nei, latið okkum fáa vent teirri mentalu støðuni, soleiðis at vit, eins og undir fullveldistilgongdini frá 1998, aftur fara at trúgva uppá og ásanna, at tað bert eru føroyingar, sum kunnu loysa føroysku trupulleikarnar, tað eru bert føroyingar sum kunnu menna føroysku tjóðina, at vit klára okkum í kapping við alt og øll, eisini kinverjar, og at vit eiga eina bjarta framtíð um bara vit standa saman øksl við øksl.
Eg trúgvi uppá, at tað býr ein tráan um sjálvbjargni í hjartanum á hvørjum einasta føroyingi, sama hvør politiski liturin er. Tað fær eina savnandi ávirkan á okkara fólk, um vit føroyingar seta okkum tað felags mál miðvíst at arbeiða fram ímóti, at Føroyar gerast sjálvbjargnar, og at vit ikki samtykkja lógir, sum beinleiðis arbeiða imóti sjálvbjargnismálinum, sum eitt nú at samtykkja eina lóg um víðkaðar heimildir á uttanríkispoltiska økinum, sum byggir á "Det Danske Riges Grundlov"
Hetta er ikki ein roynd at siga, at eg havi rætt og onnur hava órætt. Hetta er ein roynd at vísa á nakrar niðurstøður, soleiðis sum eg tulki úrslitið. Føroya fólk stendur ikki aftan fyri hugskotið um, at vit skulu hava loysing í morgin. Men eg vóni, at vit kunnu semjast um, at sjálvbjargni er eitt høvuðsmál, og at tað eigur at røkkast saman við teimum politikarum, sum eru virknir nú.
Eg vil hervið nýta høvi at takka føroyska veljaranum fyri, at vit so manniliga stóðu saman til hetta valið og vístu á, at politiska arbeiðið aftur skal snúgva seg um sjálvbjargni.