EMBÆTISFØRSLA
Skeiv málsviðgerð og vantandi metingar í Fiskimálaráðnum hava ført til milliónatap hjá landskassanum, tá lán til tveir rækjutrolarar vórðu løgd um.
Tað kann lesast í frágreiðingini hjá kanningastjóranum Turið Debes Hentze, advokati, sum eftir áheitan frá løgtinginum hevur kannað embætisførsluna hjá Fiskimálaráðnum í sambandi við umløgd lán til fjarfiskiflotan.
Kanningastjórin staðfestir samstundis, at tað er Jørgin Niclasen, landsstýrismaður við fiskivinnumálum, sum hevur ábygdina av, at málsviðgerðin ikki varð nøktandi og førdi til tap hjá landskassanum.
? Niðurstøðan talar fyri seg, sigur Heini O. Heinesen, formaður í landsstýrismálanevndini, sum bað um kanningina í síðsta løgtingskeiði.
Ósømiligt
Sjálvur hevur Jørgin Niclasen landsstýrismaður alment sátt iva um løgfrøðiligar niðurstøður sum hesar.
Tað hóvar als ikki formanninum í landsstýrismálanevndini.
? Tað sømir seg ikki, at landsstýrismaðurin mótmælir, at skeivt er farið fram, tá tað er niðurstøðan hjá einum kanningarstjóra, og tað er eisini skeivt, um løgmaður letur standa til. Um ongin viðgongur feilin í Fiskimálastýrinum, so sær tað ikki gott út, sigur Heini O. Heinesen.
Hann vil kortini ikki siga, hvat landsstýrismálanevndin ger við málið, nú kanningarstjórin hevur gjørt sínar niðurstøður. Nevndin skal hava eftirlit við, at landsstýrið umsitur rætt sambært stýrisskipanarlógini, men Heini O. Heinesen heldur tað vera skeivt av sær at fella nakran dóm í málinum.
Provokerandi
? Okkara uppgáva er ikki at vera dømandi. Vit leggja málið opið fram, og so er tað uppgávan hjá løgmanni, landsstýri ella løgtingi at gera av, hvørjar avleiðingar málið fær. Men tað er greitt, at tað er rættiliga provokerandi móti einum og hvørjum mótparti, um landsstýrismaðurin ella løgmaður ikki vilja góðkenna niðurstøðuna hjá einum kanningastjóra, sigur Heini O. Heinesen.
Í løtuni sita umsitingarnar í Løgmansskrivstovuni og Fiskimálaráðnum og tulka frágreiðingina hjá kanningarstjóranum og gera sínar egnu niðurstøður. Vil løgmaður ikki skera ígjøgnum, og noktar landsstýrismaðurin at leggja frá sær, so stendur tað til løgtingið at gera av, um misálit skal reisast móti landsstýrismanninum. Eitt slíkt uppskot um misálit skulu vit ikki vænta kemur frá Heina O. Heinesen ella landsstýrismálanevndini.
Landsstýrismálanevndin fer at viðgera málið um embætisførsluna hjá Jørgin Niclasen eftir nýggjár, tá hon aftur hevur fund. Nú skal løgfrøðingurin hjá nevndini leggja málið fyri nevndarlimirnar. Í nevndini sita umframt Heina O. Heinesen úr Tjóðveldisflokkinum, Kaj Leo Johannesen úr Sambandsflokkinum og Jákup Mikkelsen úr Fólkaflokkinum.