Niðurskriva virðir fyri 366 milliónir

Á ársaðalfundinum hjá Atlantic Petroleum, ið verður hildin í Hotel Hafnia 29 apríl, skulu fundarfólkini taka støðu til fleiri mál, ið kunnu vera avgerandi fyri lagnuna hjá føroyska oljufelagnum.


Millum teirra er eitt mál, punkt nummar sjey á fundarskránni, har heitt verður á aðalfundim um at samtykkja at lækka nominella virðið á partabrøvunum við 366.088.140 krónum, úr 369.786.000 krónum til 3.697.860. Tað vil siga at nominella virðið á einum partabrævi lækkur úr 100 krónur til eina krónu.


Ben Arabo, stjóri í Atlantic Petroelum, upplýsir at áheitanin kemur í kjalarvørrinum av roknskapinum, ið staðfesti, at eginognin er burtur.


- Vit sendu roknskapin út, har staðfest varð, at eginognin er burtur. Tað sum vit gera nú, er at niðurskriva partapeningin til at dekka tap. Tað ger so tað, at  nominella virðið fyri hvørt partabræv fer úr hundrað krónum niður í eina krónu, men talið av partabrøvum verður tað sama.


Stjórin sigur, at hetta stigið er neyðugt, um felagið m.a. ynskir at útskriva nýggj partabrøv.


- Tað er eisini neyðugt, um man ynskir at útskriva nýggj partabrøv, tí tað er ikki lov at útskriva partabrøv fyri lægri enn nominella kursin. Um virðið á partabrøvum er hundrað krónur, so er ikki loyvi at útskriva partabrøv fyri lægri enn tað. Tað ber væl til at selja tað fyri meira enn nominella kursin, tað vil siga eina krónu, um uppskotið verður samtykt, men ikki fyri minni enn tað.


- Um aðalfundurin loyvir hesum, so gevur tað felagnum loyvi til útbjóða nýggj partabrøv í felagnum. Tann møguleikan hava vit ikki í løtuni, tí nú er nominella virðið hundrað krónur, meðan partabrøvini verða handlað fyri 10-11 krónur.


Stjórin slær tó fast, at broytingarnar ikki nýtast at hava nakra beinleiðis ávirkan á virðið á partabrøvum.


- Tað nominella virðið á einum partabrævi verður niðurskrivað til eina krónu, men hvat tey verða handlaði til, tað hava vit onga ávirkan á. Tað eru íleggjarar, ið taka støðu til hvat tey halda virðið er.