Tilburðurin seinnapartin mánadagin, tá niðurlendski høgrapolitikarin Pim Fortuyn varð myrdur á gøtuni í býnum Hilversum, hevur skelkað tað niðurlendska fólkið. Allir teir politisku flokkarnir steðgaðu alt fyri eitt valstríðnum upp undir tjóðartingsvalið, sum ætlandi skal haldast tann 15. mai, men sum stjórnin í gjár umhugsaði at útseta orsakað av morðinum.
Tann 54 ára gamli Pim Fortuyn varð rakstur av seks skotum í høvdið, nakkan og bringuna. Morðið hendi um seks-tíðina seinnapartin, tá Fortuyn var á veg úr útvarpshúsunum í Hilversum, har hann hevði verið til eina valsending. Ein sjúkrabilur kom alt fyri eitt á staðið, men allar royndir at fáa lív í tann illa særda mannin miseydnaðust.
Niðurlendska løgreglan boðaði seinni frá, at hon hevði tikið ein mann, sum var undir illgruna fyri at hava skotið høgrapolitikaran. Løgreglan vildi ikki siga, hvør maðurin var, men upplýsti bert, at hann var niðurlendingur.
Politikarar um allan heim fordømdu mánakvøldið morðið og søgdu tað vera eina álvarssama hóttan ímóti teimum demokratisku grundreglunum.
Kendi seg hóttan
Vinmenn hjá Pim Fortuyn greiddu mánakvøldið frá, at hann hevði kent seg hóttan eftir lívinum. M. a. hevði hann greitt frá, at fremmandafólk høvdu ringt til hansara og hótt hann.
Pim Fortuyn var høgrapolitikari. Hann hevði avgjørdar hugsjónir um tey nógvu fremmandu í Niðurlondum og var m. a. talsmaður fyri, at tey, sum eru komin ólógliga til landið, eiga at verða koyrd av landinum. Hann hevði eisini avgjørdar hugsanir um muslimarnar í Niðurlondum og segði herfyri, at tann muslimska trúgvin er tann størsta hóttanin ímóti mannaættini. Kortini vildi Pim Fortuyn ikki verða borin saman við franska Jean-Marie Le Pen ella eysturríkska Jørg Haider.
Veljarakanningar seinastu dagarnar hava víst, at flokkurin hjá Pim Fortuyn fer at fáa millum 16 og 20 prosent av atkvøðunum á tí komandi tjóðartings-valinum. Eitt tílíkt úrslit hevði gjørt flokkin til tann triðstørsta í Niðurlondum og hevði helst havt við sær, at flokkurin hevði skipað stjórn saman við kristiligu demokratunum.










