Niðurlond Heimsmeistarar eftir dramatiska finalu

Spania hevði Heimsmeistaraheitið í hondunum, men eitt lítið mistak gav Niðurlondum møguleikan

Niðurlond eru heimsmeistarar á fyrsta sinni, eftir finalu ímóti Spania, sum rullaði aftur og fram sum í dyllukoppi, og endaði við lítlum mistaki í seinastu sekundunum.

Spania byrjaði HM-finaluna best. Skjótálopini skolaðu ímóti niðurlendska málinum og Spania var á odda 9-5.

Men so koppaði alt hin vegin. Niðurlond fingu betri fatur í verjuni, saman við Tess Wester í málinum, og so var fyrst javnleikur 10-10, áðrenn Niðurlond øktu úr 13-13 til hálvleiksstøðuna 16-13 til Niðurlond.

Í seinna hálvleiki stevndu Niðurlond beint ímóti Heimsmeistaraheitinum, og einki bendi á nakran spenning, tá ið støðan gjørdist 22-17 til Niðurlond.

Men seinastu tíggju minuttirnar koppaði dysturin aftur. Spania fór at taka burtur av leiðsluni, og tá ið Spania minkaði niður í 29-28 kom fjáltur á tær niðurlendsku, sum tveitti bóltin burtur lítla løtu seinni.

Spania sendi bakkin, Alexandrina Cabral, fría í skjótálop – men Tess Wester forðaði við stórbjarging. Men Niðurlond høvdu ikki lært av mistakinum. Tíggju sekund seinni vann Spanska verjan aftur bóltin og so var javnleikur, tá ið vongurin, Marta Lopez, var send í skjótálop.

29-29 og hálvur annar minuttur eftir at leika. Niðurlond tóku time-out.

Niðurlond sloppu yvirhøvur ikki til møguleika, dómararnir søgdu drál og Spania fekk bóltin og tók time-out við 21 sekundum eftir.

Heimsmeistaraheitið var í sponskum hondum, men tað varð tveitt burtur.

Tess Wester bjargaði sponskum langskoti við fáum seks sekundum eftir, og royndi at seta spælið skjótt í gongd. Spanska Ainhoa Hernandez forðaði hesum, men reglurnar siga at Hernandez skuldi verða tríggjar metrar burtur frá málverjanum. Tað var hon ikki. Øll høllin var í iva, meðan dómararnir tóku sær tíð at verða heilt vísir í avgerðini – og dømdu so brotskast til Niðurlond.

Tí fekk Lois Abbingh møguleikan at avgera Heimsmeistaraheitið við brotskasti í seinastu sekundunum. Og niðurlendski bakkurin tók av, setti bóltin í netið og gjørdi Niðurlond til Heimsmeistara á fyrsta sinni.

Russland vann fyrr í dag bronsudystin á Norra við úrslitinum 33-28.