Óli Jacobsen
--------
Skal fyrst siga, at eg leggi meg ikki úti, hvussu fiskimenn skipa teirra felag ella hvønn teir velja til formann. Men tað hevur verið púra greitt seinastu seks árini, hvussu gongdin í felagnum hevur verið støðugt niður á bakka.
Hetta var ríkiliga váttað av formanninum sjálvum í sending í útvarpinum mikudagin við valevnunum til formansvalið í FF.
Nú eru tað aðrir sum avgera sáttmálan
Taka vit fyrst sáttmálan, so hevur frammanundan eingin ivi verið um, at tað var FF í høvuðsheitum, sum legði støðið fyri sáttmálan á hvørjum øki, og hetta var grundarlagið fyri eykapørtunum hjá yvirmannafeløgunum.
Men nú fáa vit váttað, at við seinastu sáttmálasamráðingar var tað blivið øvugt. Boðini vóru, at antin skrivaði FF undir sáttmála, sum yvirmannafeløgini vóru við at gera við reiðarafelagið, ella varð FF sett uttan fyri sáttmálagerð yvirhøvur! Og er hetta á týdningarmesta økinum hjá einum fakfelag. Hetta sigur, hvussu veikt og ússaligt felagið er blivið. Hetta er bert sær sjálvum fyri at takka.
Tað kunnu sjálvsagt vera umstøður, har tað kann vera rímiligt at broyta býtið í sáttmálanum. Men hetta var í 2010 gjørt á tann mest óskipaða hátt, nevniliga við at ”sleppa oljuni leysa” sum felagsfrádrátt uttan at tryggja sær, at menn fingu rætta avrokning við røttum frádráttum.
Úrslitið kundi bert gerast tað kaos, sum formaðurin sigur vera á hesum økjum, har nú stóra arbeiðið er at kanna um reiðarar “snýta við oljuni”. Við bert einum sindri av viti og skili hevði hetta kunnað verið fyribyrgt
Beindi fyri inntøkutrygdini
Eitt annað ítøkiligt dømi um, hvussu tað hevur verið arbeitt fyri fiskimenn er inntøkutrygdin.
Í míni tíð í FF varð framd ein inntøkutrygd eftir einum føstum leisti. Fiskimonnum varð tryggjað eina arbeiðaradagløn fyri 8 tímar fyri hvønn dag á túrinum. Henda skipan var mett at vera so góð fyri fiskimenn, at sjálvt danska stjórnin vildi hava hana avtikna í sambandi við kreppuna í 1990-árunum. Men tá fór FF í kríggj fyri at verja borg, og felagið fekk sjálvan danska forsætismálaráðharran Nyrup Rasmussen at bakka.
Nú er tað vinnan sjálvt og harvið eisini fiskimenn sjálvir, sum rinda inntøkutrygdina úr einum trygdargrunni, sum verður av vinnuni. Lat tað vera tað, sum tað er.
Men við beinleiðis stuðul frá Jan Højgaard er inntøkutrygdin nú bert tann upphædd, so sum ”ráðini” eru til. Harvið er trygdin sum trygd burtur.
Við stuðli frá JH var inntøkutrygdin eisini minkað við heilum kr. 200 pr. dag, og hetta gekk sjálvandi mest útyvir teir lægstløntu fiskimenninar. Seinni vísti tað seg, at ráðini vóru til ein minni lækking. Tað er einki, sum bendir á, at Jan Højgaard hevur rørt ein fingur fyri at avmarka skaðan. Úrslitið er, at fiskimenn eru ikki tryggjaðir so frægt sum eina vanliga dagløn á landi.
Hetta er tann sami maður, sum fyri seks árum síðani fekk bilt fiskimonnum inn, at hann kundi gera alt betri, enn tað varð gjørt frammanundan!
Skulu niður á botn!
Av øllum innihaldsleysa mótsøgnunum í hesi sending var tað mest láturliga, at JH segði, at hann alla tíðina hevði roknað við at skula nýta seks ár at ”venda skútuni”, t.v.s. fiskimannafelagnum, men tað mátti komast niður á botn fyrst! Higartil hevur kósin bert verið móti botni, soleiðis sum hann sjálvur greiðir. Tað er so avgjørt einki sum bendir á nakra aðra kós hjá honum.
Fiskimenn fyrr høvdu best hugsandi kunning um teirra felag við blaði og ársfrágreiðingum. Nú hava teir ta ringastu kunningina.
Hjá mær var í hvussu er einki, sum ikki toldi dagsins ljós, og tí kundi alt vera alment atkomiligt. Fiskimenn fáa nú bert at vita tað, sum passar formanninum, og tað er millum lítið og einki. So mikið er kent, at tað er nógv sum ikki verður kunnað um.
Starvsfólkapolitikkurin sigur alt
Men alt hetta er lítisvert móti tí ”starvsfólkapolitikki” sum JH saman við sínum líkum innan- og uttanfelags hava staðið fyri.
Í sendingini varð roynt at bagatellisera tað starvsfólkamál, sum var frammi fyri tveimum árum síðani.
At JH skal hava biðið um umbering í umrødda máli er ikki so mikið sum hálvur sannleiki. Tað, sum hendi var, at JH ólógliga burturvísti starvsmanni, sum trúgvur hevði arbeitt fyri fiskimenn alt sítt lív, uttan at ætlað honum uppsagnarløn. ”Umberingin” snúði seg bara um henda partin av málinum.
Men tað mest óhugnaliga hendi aftaná, tá ið maðurin eftir at vera leysur av felagnum við falsan og lygnum varð forfylgdur við stuðli av Jan Højgaard, Samtak og øðrum av sama slag fram til seinasta dagin restina av tí stutta lívi, maðurin hevði eftir. Hetta er væl og virðiliga dokumenterað.
Hesum var so avgjørt eingin umbering biðin fyri. Er tað nakað, so er tað øvugt.
Hetta lýsir meira enn annað muruna í fiskimannafelagnum og teimum sum stuðlaðu hesum ágangi, sum var beint ímóti tí, sum fakfeløg skuldu staðið fyri.
Hvussu skal nakar taka fyri fult “rættvísiskrøv” frá einum formanni og felagi, og feløgum, sum kann nokta egnum starvsfólki tey mest grundleggjandi rættindi í einum rættarsamfelag?
Og hvussu kann hann krevja virðing frá øðrum, tá hugsað verður um, hvussu hann á tann mest ræðuliga hátt kundi hevna seg inn á ein fyrrverandi starvsmann við teimum avleiðingum, sum hetta fekk!