Dóttir Sólgerð Gaard í Oyndafirði er spastikari og býr á Eirargarði.
Sólgerð Gaard heldur tað verða ógvuliga niðurgerandi og mannminkandi við loppumarknaðinum. Hon heldur ikki, at tað kann vera rætt, at ein slíkur stovnur verður noyddur at fara niður á knøini fyri at búfólkini skulu sleppa at flyta seg runt um í býnum.
? Tey, sum búgva á Eirargarði, eru við skerdan lut, og eg vil fegin vita, hvar øll vallyftini eru blivin av, sigur Sólgerð Gaard, sum er mamma at Sjúrðu, sum er 26 ára gomul, og hevur ongantíð dugað at gingið.
? Hesi fólkini eru fangar í teirra egna kroppi, og tey eru 15 fólk, sum mugu biðja um tíð fyri at sleppa út. Øll í Føroyum hava hvør sín bil í dag, og at tey noyðast at bidda um pening fyri at fáa ein buss er skomm.
Og um Sjúrða skal heim eitt vikuskifti, so kostar hetta yvir 1000 krónur. Hetta kemst av, at ein serligur taxa-bilur, sum hevur pláss fyri koyristóli noyðist at koyra Sjúrðu allan vegin inn í Eysturoynna.
Sólgerð Gaard heldur, at myndugleikarnir áttu at hildið seg til síni lyftir, tí tað kann ikki verða rætt, at ein bólkur í samfelagnum verður útsettur fyri so mannminkandi viðurskiftum.