Niðurfryst fólkapensjón men prístalstryggjaður flatskattalætti

Høgrasamgongan, ið fór biddaraferð til Danmarkar at upptiðna blokkin, eigur beinanvegin at upptiðna fastfrystu pensjónina, so fólkapensjonistar fingu útvið 200 kr. meir um mánaðin.

Hans Pauli Strøm, fyrrverandi landsstýrismaður og løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin
-----






Í miðlunum heitir Landsfelag Pensjonista á landsstýrið um at hækka pensjónina. Tey vísa á, hvussu hon er skerd í virði tey seinni árini og hvussu stutt hon røkkur til hækkaðar livikostnaðir.

Svarið hjá høgrasamgonguni er at leggja uppskot fyri løgtingið um at prístalsregulera flatskattalættan til tey vælbjargaðu. Haraftrat hóttir tann ráðandi samgonguleiðarin við – í staðin fyri at hækka pensjónina - at hækka pensjónsaldurin.

Frammanundan hevur høgrasamsamgongan niðurfryst fólkapensjónina, tvs. sett reguleringina niður á 0% - sama samgonga, sum fór á biddaraferð til Danmarkar at upptiðna frysta blokkin.

Pensjónshækking og prístalsvøkstur


kr./mán.
1/1 2004
1/1 2008
1/1 2012
Hækking 2004-08
Hækking 2008-12
Fólkapensjón, støk*
7.128
7.722
7.976
8,3
3,3
Fólkapensjón, gift*
5.697
6.194
6.399
8,7
3,3
Samhaldsfasti
697
2.230
2.770
219,9
24,2
Prístalið
101,5
112,3
119,4
10,6
6,3
*) Í Fólkapensjón er íroknað grundupphædd, viðbót og viðbót til ávísar pensjonistar (brennistudningur)

Árini 2004-08 var viðbótin í fólkapensjónini og brennistudningurin javnað við 4% árliga. Tó hevur tann størri parturin av fólkapensjónini, grundupphæddin, ikki verið javnað síðani 1999.
Í 2009 setti landsstýriskvinnan hjá Sambandsflokkinum javningina úr 4 niður í 3%.
Í 2011 setti hon javningina heilt niður í 1%.
Landsstýriskvinnan hjá Fólkaflokkinum hevur síðan sett javningina heilt úr gildi, so hon nú er 0%.

Hinvegin hevur stór hækking verið í Samhaldsfasta. Hetta kemur av politisku avtaluni í fyrru ABC-samgonguni, um at hækka inngjaldið til Samhaldsfasta. Í skeiðinum 2004 - 08 varð inngjaldið frá hvørjum parti, løntakara og arbeiðsgevara, hækkað frá 0,5 til 1,75% – ella frá 1,0 til 3,50% frá báðum. Hetta gjørdi, at útgjaldið kundi hækkast í stórum, so sum seinna talvan vísir.

Harumframt er útgjaldið úr Samhaldsfasta hækkað við rentutilskrivingini í grunninum. Hetta hevur seinni trý árini verið millum 3-4% árliga.

Av fyrstu talvuni er sjón fyri søgn, at fólkapensjónin er dragnað afturút, serliga tey seinni 4 árini, tá vit samanbera við prístalið. Hinvegin er tað einans hækkingini í Samhaldsfasta fyri at takka, at samanlagda pensjónin heldur tørn og væl tað.




Samhaldsfasti, hækkingar 2004-2012
1-jan
%-inngjald*
Útgjald kr/mán
%-hækking í útgjaldi
2003
0,50
671 kr

2004
0,50
697 kr
3,9
2005
0,75
910 kr
30,6
2006
1,00
1200 kr
31,9
2007
1,50
2000 kr
66,7
2008
1,75
2230 kr
11,5
2009
1,75
2500 kr
12,1
2010
1,75
2600 kr
4,0
2011
1,75
2690 kr
3,5
2012
1,75
2770 kr
3,0
*) %-inngjald er frá hvørjum parti, løntakara og arbeiðsgevara

Samhaldsfasti kann bert tryggja ein áhaldandi vøkstur í útgjaldinum tey komandi árini, um grunnurin verður umsitin og røktur trygt og skilagott. Haldi Landsfelag Pensjonista vera á vandakós, tá tey nú mæla politikarum til at gera seg inn á grunnin og taka eitt serliga stórt útgjald úr honum, sum liggur langt oman fyri rentutilskrivingina. Tað fer at tøma hann so líðandi, so hann ikki frameftir kann garantera pensjonistum eina hampiliga árliga hækking.

Tað er skjalfest í gjølligum útgreiningum frá stýrinum fyri Samhaldsfasta, hvat hendir, um útgjaldið verður hækkað langt út um tað, ið rentutilskrivingin loyvir (tøl hava verið nevnd uppá 1000-2000 kr í hækking í mánaðarliga útgjaldinum): Hansara fíggjarliga orka verður skerd, tí tá fer meira út úr grunninum, enn tað kemur inn, samstundis sum tað í komandi árum verður eitt veksandi tal av pensjonistum, ið øll skulu hava javnstórt útgjald. Tá verður avleiðingin, at útgjaldið í fyrstu syftu ikki klárar at fylgja við prístalinum, tvs. minkar í virði. Og í aðru syftu kann verða neyðugt at seta gjaldið niður, fyri at tað skal kunna røkka til øll.

Nei, latið ikki Jørgen eisini fáa klørnar í Samhaldsfasta. Heldur átti inngjaldið at verið hækkað, so grunnurin fær størri fíggjarliga orku til munandi hækkingar í útgjaldinum í komandi árum. Ikki minst fyri at bøta um niðurfrystu fólkapensjónina.

Kravið um hækking av pensjónini eigur at verða vent móti niðurfrystingini, sum høgrasamgongan hevur sett í verk. Og tað snýr seg bæði um fólkapensjón og fyritíðarpensjón. Høgrasamgongan, ið fór biddaraferð til Danmarkar at upptiðna blokkin, eigur beinanvegin at upptiðna fastfrystu pensjónina, so fólkapensjonistar fingu útvið 200 kr. meir um mánaðin.

Frá 2010 til 2011 hækkaði miðalprístalið við 2,3%. Um tað varð brúkt sum javningargrundarlag, hevði hetta verið úrslitið:

Javning av fólkapensjón við prístalinum

Uphædd 1/1 2012
Javnað
upphædd
Hækking kr/mán
Støk
7.976
8.157
181
Gift
6.399
6.544
145

Um lógaruppskot um javning av fólkapensjónini varð framlagt nú í vár, kundi tað fingið gildið t.d. frá 1. juli., við afturvirkandi kraft frá 1. jan. Upphæddin frá jan. til juni kundi so verið útgoldin í einum, við 1.084 kr. til støk og 870 til gift hvønn ella 1.740 til bæði.

Hetta hevði munað nakað, og bøtt eitt pinkulítið vet um tað himmalrópandi órættvísi, sum høgrasamgongan fremur við sínum skattapolitikki - og nú um dagarnar beinleiðis válkar sær í, nú hon ætlar at fremja sítt uppskot um enntá at prísitalsregulera og harvið framtíðartryggja flatskattalættan til tey vælbjargaðu í Føroyum.